Ungdómskór

Ungdómskór fyri 7. til 10. flokk

Ungdómskór í Musikkskúlanum í Vágum fer av bakkastokki 28. september.

Kórið er fyri 7. til 10. flokk, bæði dreingir og gentur, og venjingarnar eru mánadagar kl. 15:15 – 16:00 í gomlu auluni á Giljanesi.

Vit miðja eftir at syngja fleirraddaðan sang og at halda eitt gott og høgt støði.

Tískil verður ein lítil upptøkuroynd gjørd, fyri at sleppa við. Sangroyndir verða 21. september eisini í gomlu aulu á Giljanesi.

Tilmelding til ungdómskórið