Skip to main content

Treytir

Hvørjar eru fyri-/treytirnar?

At gerast næmingur í musikkskúlanum er sjálvboðið.

Næmingar sum ikki yvirhalda treytirnar, kunnu í ringasta føri vera vístir úr musikkskúlanum.

Træ- og messingnæmingar

Træ og messingnæmingar skulu luttaka í felags orkestrinum.

Uppmøting

Tað er umráandi, at næmingar møta til ásettu tíð. Lærarin hevur ikki skyldu at sita og bíða eftir næmingum, sum ikki møta til ásetta tíð.

Gevið boð í góðari tíð, um tað ikki ber til at møta.

Fyrireiking

Um nakað úrslit skal spyrjast burturúr, er alneyðugt at møta væl fyrireikaður upp til frálæruna. Næmingar sum møta ófyrireikaðir, spilla bæði sína og lærarans tíð.

Atburður

Høvuðsfyritreytin fyri einum og hvørjum samskifti er at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Óhóskandi atburður kann gera tað ómøguligt at arbeiða saman.

Aðrar fyri-/treytir

Klavernæmingar skulu hava góða atgongd til eitt klaver ella keyboard at venja upp á. Tað er í longdini ikki nóg mikið at hava eitt “mini keyboard” frá eini leikabúð ella líknandi.

Guitar-, bassguitar- og blokkfloytunæmingar mugu sjálvir hava ein guitara ella blokkfloytu at spæla upp á. Ein “guitari ella blokkfloyta” frá eini leikabúð ella líknandi er ikki nøktandi.

Messing- og træblástursnæmingar fáa í fyrstu atløgu ljóðføri til láns/leigu frá musikkskúlanum. Tá næmingarnir eru komnir á hægri støði, vanliga eftir 2 til 3 ár, verður tað oftast neyðugt, at teir útvega/keypa sær eitt betri ljóðføri. Hetta er tó ikki galdandi fyri tey stóru ljóðførini.

G.G.
Vit hava einki ímóti leikabúðunum, men hesir handlar selja til tíðir leikur teir nevna “ljóðføri”. Hesar leikur hava sum oftast lítlan og ongan skyldskap við tey ljóðføri, tær hava lænt navnið frá.

Musikklærararnir eru serkønir á sínum øki, og kunnu vegleiða, tá tað snýr seg um keyp av ljóðføri.

Venjingarumstøður

Tað er neyðugt at hava góðar umstøður at venja heima.

Framtíðin

Eitt av framtíðar endamálum musikkskúlans er at verða við til at hjálpa og stimbra um mentunnarlívið á staðnum, og at fruktir musikkskúlans kunnu síggjast og verða enn meiri sjónligar í nærumhvørvinum.

Fyrispurningar

Fyrispurningar skulu vendast til:

Musikkskúlin í Vágum v/Eirikur Skála
Tel.: 21 35 37
vagamus@vagamus.fo