Skip to main content

SpeedAdmin

UVT Tree

Alt horn / Bariton

Frálæra
Frálæran í althorni er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Fyri althornið er samanspæl í orkestri sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Til ber at byrja at spæla althorn um 7-9 ára aldur.

Tilmelding

Alt horn / Bariton

Bookings

Teachers

Eirikur Skála

Eirikur Skála

Saksofon
Holgar Johannesen

Holgar Johannesen

Klaver og sammenspil
Katrin Jørgensen

Katrin Jørgensen

Trumpet, Althorn & Waldhorn
Pauli Reinert Poulsen

Pauli Reinert Poulsen

Rúni Mouritsen

Rúni Mouritsen

Trummur og slagverk
Súsanna Joensen

Súsanna Joensen

Tvørfloyta

News