Næmingagjaldið er luttøkugjald.
Fult næmingagjald fyri skúlaárið 2017/2018 er 1.800 kr.
Næmingagjaldið skal verða goldið áðrenn 15. november 2018 á konto í Betri Banka: 9181-1207751.
G.G. Minnist til at viðmerkja navn á næminginum.
G.G. Goldið næmingagjald verður ikki afturgoldið, uttan í heilt serstøkum førum.
Um gjaldið ikki er goldið innan ásettu tíð, verður næmingurin strikaður av listanum og annar næmingur á bíðilistanum kemur í hansara stað.
Avsláttur:
- Fyrsta barnið fult gjald, 1.800 kr.
- Næsta barnið -50%, 900 kr.
- Triðja barnið -75%, 450 kr.
- Fjórða barnið -100%, 0 kr.
- Dømi: Húski, har 4 børn eru inni í skipanini: 1.800 kr. + 900 kr. + 450 kr. + 0 kr. = 3.150 kr.
Gevið gætur at avslátturin bert er galdandi har talan annars hevði verið um fult gjald.
Tey børn, sum einans eru við í samanspæli, gjalda 500 kr.
Undirvísingartilfar so sum nótar o.l. skulu næmingarnir sjálvir gjalda.