Skip to main content

Ljódføri / Sang og kór

Musikkskúlakórið Tónar 3-10 flokkur. Sørvágur

Musikkskúlakórið Tónar 3-10 flokkur.

Ungdómskórið sum er eitt samstarv millum Sørvágs Skúla og Musikkskúlanum í Vágum, fór av bakkastokki september 2023.
Kórið er fyri 3 til 10. flokk og er fyri bæði dreingir og gentur. 
Venjingarnar fyri næmingar í Skúlanum í Sørvági eru mikudagar kl. 11.20 til 12.00 í Salinum í Gamla Skúla.

Vit miðja eftir at hugna okkum saman, at framføra til ymisk tiltøk og at halda eitt gott og høgt støði. 
Kórið er ókeypis fyri næmingar, sum longu ganga til undirvísing í Musikkskúlanum í Vágum, men kostar 500 kr. fyri sangarar, sum ikki eru í Musikkskúlanum í Vágum, (Systkinnaavsláttur er ikki galdandi fyri hetta fak).

Tilmelding

Musikkskúlakórið Tónar 3-10 flokkur. Sørvágur