Skip to main content

Kostnaður/gjald

Næmingagjaldið er luttøkugjald.

Fult næmingagjald fyri skúlaárið 2021/2022 er 1.800 kr.

Næmingagjaldið skal verða goldið áðrenn 15. november 2021 á konto í Betri Banka: 9181-1207751.

G.G. Minnist til at viðmerkja navn á næminginum.
G.G. Goldið næmingagjald verður ikki afturgoldið, uttan í heilt serstøkum førum.

Um gjaldið ikki er goldið innan ásettu tíð, verður næmingurin strikaður av listanum og annar næmingur á bíðilistanum kemur í hansara stað.

Avsláttur:

Fyrsta barnið fult gjald 1.800 kr.

Næsta barnið -50% 900 kr.

Triðja barnið -75% 450 kr.

Fjórða barnið -100% 0 kr.

Dømi 3.150 kr.

Húski, har 4 børn eru inni í skipanini: 1.800 kr. + 900 kr. + 450 kr. + 0 kr.

Gevið gætur at avslátturin bert er galdandi har talan annars hevði verið um fult gjald.

Tey børn, sum einans eru við í samanspæli, gjalda 500 kr.

Undirvísingartilfar so sum nótar o.l. skulu næmingarnir sjálvir gjalda.